um okkum

 

Outdoor er sett á stovn við tí endamáli at bjóða fram spennandi tiltøk til ymsar málbólkar. Vit skipa fyri bæði størri tiltøkum, sum kunnu strekkja seg yvir fleiri dagar, umframt smærri dags tiltøkum sum starvsfólkatiltøk, polterabend, nevndarfundum umframt ítriv til hin vanliga borgaran, sum ynskir spenning, stuttleika og upplivilsir.

 
peturblue.jpg
joni.jpg

Petur Gotfredsson, Stjóri

Jóni Brandsson Christiansen, Social- and Multimedia

Rói Agnarsson, Instructor

 

Vit, handan Outdoor, eru eitt toymi av adventure instruktørum og entusiastum, sum vilja skapa rammur fyri at allir føroyingar kunnu royna nýgg spennandi ítriv og uppliva teirra vøkru náttúru á ein ørvísi hátt. 

So kom við og lat okkum geva tykkum eitt ordiligt upplivilsi.

 

Okkara hjartamál

Yrkisdugnaskapur og tænasta

Okkara fremsta mál er at tryggja tykkum eitt stuttligt upplivilsi og eitt ógloymandi føroyskt ævintýr. Málinum røkka vit við okkara framúr góða starvsfólkatoymi, sum hevur drúgvar royndir í at arbeiða saman við fólki í føroysku náttúruni, har vit fyrst og fremst raðfesta tín tørv og trygdina.

Hiking 1.jpg

Gleði og gaman

Outdoor snýr seg um at hava tað stuttligt og um at njóta vøkru føroysku náttúruna.

Burðardygd

Føroyar eru fyri okkum eitt náttúru paradís. Ein av grundarsteinum okkara er, at vit í skulu virka við virðing fyri náttúruni og við burðadyggari atferð tryggja, at oyggjarnar verða varðveittar, sum tær náttúru perlurnar tær eru, til komandi ættarlið